Mvg er ein munandi inntøka hjá landskassanum. Men hinvegin eru nakrar vørur mvg fríar, bæði bøkur og tíðindabløð fyri at nevna okkurt.
Men áhugin hjá løgtingslimum at avtaka mvg á ymsum vørum, er ikki so lítil.
Herfyri varð mvg strika á summari frukt og summum grønmeti, og barnablæðum.
Astrið Breckmann, tingkvinna fyri fólkaflokkin vil somuleiðis hava, at eisini mánaðarbløð og vikubløð skulu verða mvg frí, akkurát sum tíðindabløð.
Og nú fer Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at kanna um vikubløð og mánaðarbløð eisini kunnu verða mvg frí, hóast hann heldur, at tey hava eitt øðrvísi endamál enn tíðindabløð.
Og nú eru tað konsertir og sjónleikur, um standa fyri tørni.
Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hevur eisini spurt Aksel V. Johannesen, hvat hann heldur um at strika mvg av konsertum og sjónleik.
Tað ger hon nú Bogi Andreasen, leiðari í Reinsarínum vísti á, hvussu stór eykabyrða mvg er hjá tónleikarum, tí hann sigur, at í roynd og veru fer fimta hvørt atgongumerki til eina konsert beint í landskassan sum mvg.
– Vit hava nógv undantøk í lógini um meirvirðisgjald og eitt nú eru ítróttur og ítróttatiltøk mvg frí. Somuleiðis er ymiskt listarligt virksemi eisini mvg frítt, sigur hon.
Hinvegin eru sjónleikur og konsertir ikki mvg fríar, hóast vit síggja øll virði í tónleiki, sjónleiki og øðrum listarligum virksemi, heldur Hervør Pálsdóttir.
Men hon vísir á, at tað kann vera ringt at konsertir og sjónleik at bera seg fíggjarliga. Fleiri, ið eru virkin í lista- og mentanarumhvørvinum í Føroyum, hava ferð eftir ferð víst á, at verða atgongumerkini til konsertir mvg frí, hevði tað bøtt munandi um støðuna, sigur hon.