Botnfiskiveiðan er stóra drívmegin aftan fyri lønarvøksturin í Føroyum. Meðan lønarútgjaldingarnar í botnfiskiveiðuni eru nógv vaksnar, eru tær minkaðar í bæði uppsjóvarveiðuni og alivinnuni.
Nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya vísa, at tilsamans 14,24 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum frá oktober 2025 til september 2026.
Tað eru 772 milliónir krónur meira enn undanfarna 12 mánaðarskeiðið. Vøksturin er 5,7 prosent.
Botnfiskiveiðan dregur vøksturin
Í botnfiskiveiðuni vuksu lønarútgjaldingarnar við 188 milliónum krónum, svarandi til 39,6 prosent.
Á skipum, har fiskurin verður virkaður umborð, vuksu lønarútgjaldingarnar við 63 milliónum krónum.
Samanlagt stendur botnfiskiveiðan fyri 32 prosentum av samlaða lønarvøkstrinum.
Hinvegin minkaðu lønarútgjaldingarnar í uppsjóvarveiðuni við 64 milliónum krónum og í alivinnuni við 12 milliónum krónum.
Aðrar vinnugreinar við stórum vøkstri vóru flutnings- og goymsluvinnan við 115 milliónum krónum og framleiðsluvinnan við 94 milliónum krónum.
Menn fáa størsta partin av lønarvøkstrinum
Menn fingu 62 prosent av samlaðu lønarútgjaldingunum og stóðu fyri 68 prosentum av vøkstrinum.
Lønarútgjaldingarnar til menn vuksu við 6,4 prosentum, meðan vøksturin hjá kvinnum var 4,7 prosent.
Í privata geiranum var vøksturin sjey prosent, samanborið við 3,9 prosent í almenna geiranum.
Landafrøðiliga var størsti vøksturin í Sandoyarøkinum við 13 prosentum, meðan Norðurstreymoyarøkið hevði minsta vøksturin við trimum prosentum.