Ongi úrslit

Lønirnar nærkast 14 milliardum: Botnfiskiveiðan eigur nærum triðingin av vøkstrinum

Útgoldnu lønirnar vuksu 6,7 prosent, og serliga botnfiskiveiðan dró føroyska lønarvøksturin upp seinasta árið.

© Hagstova Føroya.
Edmund Jacobsen
12 tímar síðan

Nærum 14 milliardir krónur vórðu útgoldnar í A-skattaðum lønum frá juni 2025 til mai 2026. Tað vóru 875,8 milliónir krónur meira enn í undanfarna 12 mánaðarskeiðinum.

Samlaði vøksturin var 6,7 prosent. Ein stórur partur kom úr fiskivinnuni. Fiskiveiða og aling stóðu fyri 332,5 milliónum krónum av lønarvøkstrinum.

Botnfiskiveiðan vaks nærum 50 prosent

Størsta lopið var í botnfiskiveiðuni. Har vuksu útgoldnu lønirnar úr 406,6 milliónum krónum í 605 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 48,8 prosent.

Tá botnfiskiveiða og botnfiskiveiða við virking umborð verða taldar saman, var vøksturin 280,3 milliónir krónur. Tað er meira enn 30 prosent av samlaða lønarvøkstrinum.

Í uppsjóvarveiðuni vuksu lønirnar 7,5 prosent. Í alivinnuni var vøksturin 2,2 prosent.

Flutnings- og goymsluvinnan hevði eisini stóran vøkstur. Har vuksu lønirnar 101,4 milliónir krónur. Í heilsu- og almannaverkinum var vøksturin 77,3 milliónir krónur, meðan framleiðsluvinnan vaks 76,8 milliónir krónur.

Menn áttu størsta partin

Menn fingu 8,6 milliardir krónur í løn. Tað svarar til 62 prosent av samlaðu lønunum.

Teir áttu eisini 71 prosent av lønarvøkstrinum. Lønirnar hjá monnum vuksu 620,9 milliónir krónur, meðan lønirnar hjá kvinnum vuksu 254,9 milliónir krónur.

Størsti prosentvísi vøksturin var í Sandoyar øki við 13,7 prosentum. Minsti vøksturin var í Norðstreymoyar øki við 4,6 prosentum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

2 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07