Ongi úrslit

Lottoseðil við milliónavinningi endaði í seks tonsum av ruski

Ein italskur lottovinnari tveitti seðilin við milliónavinninginum burtur, eftir at ein sjálvgreiðsluterminalur hevði víst, at vinningurin ikki kundi gjaldast út.

© Ibrahim Boran / Unsplash
Lottoseðilin, sum hevði ein vinning á eina millión evrur – umleið 7,46 milliónir krónur – varð funnin aftur millum seks tons av ruski í Bitonto nærindis Bari í Suðuritalia.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Lottoseðilin, sum hevði ein vinning á eina millión evrur – umleið 7,46 milliónir krónur – varð funnin aftur millum seks tons av ruski í Bitonto nærindis Bari í Suðuritalia.

Leitingin vardi í tveir dagar, skrivar Euronews.

Vinnarin hevði kannað seðilin í einum sjálvavgreiðsluterminali í einari tubbaksbúð. Terminalurin vísti, at vinningurin ikki kundi gjaldast út, og tí tveitti vinnarin seðilin burtur.

Stórir vinningar verða tó ikki útgoldnir í handlinum, men skulu útgjaldast eftir einari serligari mannagongd.

Ruskbilurin varð steðgaður

Tá familjan varnaðist mistakið, var ruskið longu heintað.

Ruskbilurin varð kortini steðgaður, áðrenn innihaldið varð tømt. Lastin varð síðani sett undir vápnað eftirlit.

Starvsfólk fóru undir at leita í teimum seks tonsunum av ruski. Um hálvgum seks á morgni varð seðilin funnin heilskapaður í einum skræddum ruskposa.

Gleðin var av sonnum stór hjá vinnaranum og allari familjuni.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58