Í gjáramorgunin var løgreglan við ein skúla í Havn og kannaði ferðsluna. Hetta var um átta tíðina í gjáramorgunin um tað mundi, børnini koma í skúla.
Løgreglan sigur, at í hesum sambandi fingu fýra bilførarar 1.500 krónur bót, og klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at tryggja sær at tey høvdu neyðugu trygdarútgerðina, tað merkir, at antin sótu tey ikki í trygdarbelti, ella sótu tey ikki barnsetri.
Løgreglan sigur, at hetta er kanningar, tey fara at gera við jøvnum millumbili, nú skúlarnir eru byrjaðir aftur.