Ongi úrslit

Løtur frá Vinnudegnum 2026

Nærum 400 fólk vóru savnað í Norðurlandahúsinum til Vinnudagin 2026, har Smyril Line varð kosið Ársins Virki, meðan Ress Spa fekk heiðurin sum Vinnuátakið 2026.

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Árligi Vinnudagurin varð hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin við framløgum, kjaki og møguleika hjá fólki úr føroyska vinnulívinum at hittast og knýta sambond.

Nú hevur Vinnuhúsið savnað nakrar av løtunum frá degnum í einum stuttum sjónbandi.

Á skránni vóru bæði føroyskir og útlendskir røðarar, sum viðgjørdu ymisk viðurskifti, ið hava týdning fyri vinnulívið.

Eitt av føstu hæddarpunktunum á Vinnudegnum er handanin av heiðrunum Ársins Virki og Vinnuátakið.

Í ár varð Smyril Line kosið Ársins Virki 2026. Fyritøkan varð millum annað heiðrað fyri góð fíggjarlig úrslit, stórar íløgur og miðvísa endurnýgging av virkseminum.

Ress Spa fekk heiðurin sum Vinnuátakið 2026. Dómsnevndin legði millum annað dent á, at Ress Spa hevur skapt eina serstaka uppliving, har føroyska náttúran er ein týðandi partur av hugskotinum.

Nærum 400 fólk tóku lut á Vinnudegnum í ár.

Vinnuhúsið hevur samstundis boðað frá, at næsti Vinnudagur verður 17. september 2027.

https://www.facebook.com/reel/1636552524664658

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Føroyar mugu ikki elta Europa

Í gjár kl. 22:49