Ongi úrslit

LP-plátur og fløgur vinna fram: Fysiska tónleikasølan vaks 23 prosent

Sølan av LP-plátum og fløgum í Danmark vaks so nógv í 2025, at fysiska sølan fyri fyrstu ferð síðan 2012 stóð fyri vøkstrinum í samlaðu tónleikasøluni.

© Adrian Korte / Unsplash
Sølan av innspældum tónleiki á fysiskum miðlum í Danmark vaks úr 79 milliónum krónum í 2024 upp í 97 milliónir krónur í 2025.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Sølan av innspældum tónleiki á fysiskum miðlum í Danmark vaks úr 79 milliónum krónum í 2024 upp í 97 milliónir krónur í 2025. Tað er ein vøkstur á 18 milliónir krónur, ella umleið 23 prosent. Tað skrivar Danmarks Statistik.

Stroymingin minkaði

Samlaða tónleikasølan var 811 milliónir krónur í 2025. Tað var 15 milliónir meira enn árið fyri. Hinvegin minkaði stroymingin úr 711 niður í 700 milliónir krónur og stóð fyri 86 prosentum av samlaðu søluni.

Hetta er fyrstu ferð, síðan stroyming kom við í hagtølini í 2012, at vøksturin í tónleikasøluni ikki stavar frá stroyming.

Í 2025 søgdu 22 prosent av dønum, 16 ár og eldri, at tey lurta eftir tónleiki á vinylplátum, fløgum ella kassettubondum. Hjá teimum 75 ára gomlu og eldri var talið 38 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

16 tímar síðan

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

10 tímar síðan