Inntil tað restaðu minni enn tveir minuttir av vanligu leiktíðini hevði KÍ í Riga í kvøld heilt góð kort á hondini at vinna víðari luttøku í europeiskum deildarspæli. So var tað, at stórt persónligt mistak í KÍ brotsteiginum bar við sær, at heimaliðið skoraði til 2-1, og nú er europeiski leikluturin hjá KÍ av á hesum sinni.
Páll A. Klettskarð javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki til 1-1 við fínum máli eftir innlegg úr vinstru frá Jean Carlos og upplegg frá Árna Frederiksberg. Átta minuttir seinni og eitt korter undan leikloki varð heimaliðið undirmannað, tí Salazar sá beinleiðis reytt kort fyri at hevna seg.
Fyrra partin av fyrra hálvleiki var KÍ undir øgiligum trýsti. Mark F. Jensen stórbjargaði fleiri ferðir, og Gilli Rólantsson Sørensen gekk undan í stríðnum fyri at yvirliva. Tað eydnaðist, og sum hálvleikurin leið, fekk KÍ betri fatur á spælinum.
Tveir minuttir eftir steðgin legði heimaliðið seg á odda 1-0. Tað var eftir uppspæl í vinstru og fleiri ferðir aftur og fram, at bólturin fór í málið umvegis miðverjan Gaston Tellechea.
So slepti KÍ í verjuni, tá ið tað ráddi um at svara aftur. Miðvøllurin og vongverjarnir luttóku nógv í álopsspælinum, og eftir at Páll hevði javnað og heimaliðið mist ein mann, var KÍ nógv meiri á bóltinum. Tað sá út til, at tað heldur ráddi um at fáa longdu leiktíðina at skora sigursmálið í enn at spenna álopsbogan.
Avgerðin tóktist vera skilagóð, tí sjálvandi høvdu KÍ fyritreytirnar í longdari leiktíð og 11 ímóti 10 verið heilt góðar. KÍ spælararnir kendust hava størri yvirskot, og avgerðirnar í samanspælinum vóru skilagóðar.
Men tað varð ikki neyðugt við longdu leiktíðini, tí tað eydnaðist heimaliðnum at skora 2-1 sigursmálið.
Milliónirnar liggja eftir í Riga, og nú ræður um hjá KÍ at endurvinna greipuna. Fyrstu tøkini í tí royndini vera í næstu viku, tá ið EB/Streymur mánakvøldið verður gestur í Klaksvík í landskappingardysti, og tá ið Víkingur og KÍ leygardagin fara at spæla finalu um løgmanssteypið.
Endin á europeiska KÍ ævintýrinum í ár minnir heilt nógv um gongdina í fjør, tá ið KÍ, inntil tað restaðu tíggju minuttir í síðsta dystinum hevði heilt góð kort á hondini. Tá var tað í Ungarn, eftir at KÍ á heimavølli vann 2-0, at FK Neman eftir lítlari løtu fram ímóti dystarenda og eftir stórt mistak í KÍ verjuni skoraði tvey mál. So var neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, sum heimaliðið vann.
Hetta er annað árið, at Magnus Powell er venjari í Klaksvík. Í fjør hevði hann ábyrgdina, tá ið KÍ vann FM og løgmanssteypið. Í ár var dreymurin hjá honum og spælarunum at vinna seg í europeiskt deildarspæl, men soleiðis verður tað ikki.
Riga FC – KÍ 2-1 (1-0)
Hósdagin 27. august 2026 kl. 18.00 á Skonto stadion í Riga í Lettlandi
1-0: Reginaldo Ramires 47.
1-1: Páll A. Klettskarð 67.
2-1: Oulad 89.
Dómari Allard Lindhout úr Niðurlondum
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen (Odmar Færø, 87.), Gaston Tellechea (Deni Pavlovic, 68.), Jean Carlos – Árni Frederiksberg, Mansour Sinyan, Hallur Hansson, Ousama Ali (Erlend Hustad, 91.), René Shaki Joensen (Dávid Reynheim, 91.) – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Nicolai Christensen, Daniel Johansen, Jonn Johannesen, Filip Brattbakk, Martin Gonzalez, Símun Kalsø
Gult kort: Mansour Sinyan, Hallur Hansson, Ousama Ali, Árni Frederiksberg, Odmar Færø, Erlend Hustad
Venjari: Magnus Powell
Riga FC samantaldur vinnari við málmuninum 2-1