Ongi úrslit

Makrelkanningar: Smáar nøgdir í nærum øllum kanningarøkinum

Jákup Sverri fann makrel í smáum nøgdum í nærum øllum kanningarøkinum. Størsta hálið var norðan fyri Føroyar.

© Havstovan.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Jákup Sverri kom aftur 20. juli eftir túrin, sum byrjaði 2. juli. Miðalveiðan var 164 kilo av makreli á hvørjari trolstøð. Túrurin var partur av felagskanning millum Føroyar, Ísland, Danmark og Noreg.

Makrelurin var lakari eystarlaga

Konditiónsfaktorurin hjá makrelinum var lægstur eystarlaga í kanningarøkinum og hægri í útnyrðingspartinum. Konditiónsfaktorurin vísir, hvussu væl fiskurin er í holdum, og kann samanberast við BMI hjá fólki. Miðaltalið í juli var 0,9.

Mest av seks og sjey ára gomlum makreli

Mest varð fingið av seks og sjey ára gomlum makreli. Stórur og gamal makrelur var fyri tað mesta í útnyrðingspartinum.

Jákup Sverri fann eisini nakað av sild kring Føroyar, serliga eystan fyri Hetland. Svartkjaftur var í nærum øllum kanningarøkinum, burtursæð frá føroyska og evropeiska landgrunninum.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

Í gjár kl. 19:00