Ongi úrslit

Makrelurin á veg uppeftir: Vísitalið 10 prosent hægri enn í fjør

Makrelvísitalið er hækkað 10 prosent frá metlága støðinum í fjør. Samstundis varð nógv av ungum makreli skrásett í Norðsjónum.

© Havstovan.
Makrelstovnurin í Norðurhøvum vísir nú tekin um framgongd. Vísitalið í árligu felagskanningini í juli var 10 prosent hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Makrelstovnurin í Norðurhøvum vísir nú tekin um framgongd. Vísitalið í árligu felagskanningini í juli var 10 prosent hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt.

Føroyar tóku lut í kanningini saman við Danmark, Íslandi og Noregi. Makrelurin stóð fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum. Harumframt varð nógv av ungum makreli skrásett í Norðsjónum. Enn er ógreitt, hvussu stóra ávirkan hesir árgangir fara at hava á stovnin.

Sild og svartkjaftur eisini í framgongd

Tað er ikki bara makrelurin, sum vísir framgongd. Vísitalið fyri norðhavssild var 28 prosent hægri enn í fjør. Árgangirnir frá 2021 og 2022 síggja góðir út, og fýra og fimm ára gomul sild var tilsamans 52 prosent av stovninum í tali.

Vísitalið fyri svartkjaft hækkaði samstundis 14 prosent samanborið við í fjør. Nógvur ársgamal svartkjaftur varð skrásettur, og hesin aldursbólkurin var 41 prosent av samlaða stovninum í tali.

Endaliga metingin kemur í september

Vatnskorpuhitin var yvir miðal í meginpartinum av kanningarøkinum. Undantakið var norski landgrunnurin, har hitin var undir miðal. Mest djóraæti varð skrásett í økinum millum Føroyar og Jan Mayen, meðan nøgdirnar í miðal líktust teimum undanfarin ár.

Úrslitini verða nú brúkt til stovnsmetingina av makreli. Stovnsmetingin, veiðitilmælið og endaliga frágreiðingin frá kanningunum í juli verða kunngjørd 30. september.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01