Margretha drotning er innløgd á Ríkissjúkrahúsið í dag, eftir at hon fekk eitt dánilsi. Hetta upplýsir danska kongshúsið í einum tíðindaskrivi.
Við kanningunum var staðfest, at drotningin hevur fingið eina nýggja blóðsamling í økinum um mjadnarnar. Harumframt hevur hon mildan vætumangul.
Kongshúsið upplýsir, at Margretha drotning er við gott mót, og at hon hevur tað gott eftir umstøðunum.
Ætlanin er, at Margretha drotning skal verða innløgd næstu vikuna til viðgerðir og eftirlit, og tí verður hon heldur ikki við í jarðarferðini hjá Harald kongi, sum verður í Oslo mikudagin 9. september.
Frederik kongur, Mary drotning, Christian krúnprinsur og Benedikte prinsessa luttaka øll í jarðarferðini.
Kongshúsið fer ikki í smálutir um heilsustøðuna hjá drotningini. Boðað verður frá aftur, um nýggjar upplýsingar koma.
Margretha drotning hevur fyrr í ár verið innløgd á Ríkissjúkrahúsinum. Hon var millum annað eisini tá viðgjørd fyri eina størri blóðsamling í mjadnaøkinum, eftir at hon var dottin.