Leygardagin gekk alt upp í eina hægri eind hjá skálamonnum, tá ið punktum varð sett fyri 2026 kappingarárinum.
Undan ferðini norður til Margáir lúrdi møguleikin, at niðurflyting til næstbestu deildina fór at vera í viðførinum, tá ið ferðalagið seinni á degnum var aftur á Skála.
Men soleiðis gekk tað als ikki. Skála ÍF vann 2-0 og tryggjaði sær pláss í bestu deildini í 2027, og hini úrslitini lagaðu seg soleiðis, at Skála ÍF endaði á sætta plássi.
Tað er greitt, at Poul N. Poulsen, sum í átta dystum í ár vann 11 stig, heldur fram sum venjari.
Í kvøld boðar Skála Ítróttarfelag frá, at ein av lyklaspælarunum hevur skrivað undir uppá, at hann fer at halda fram.
Talan er um Markus Hellisdal, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr B36 og inn á Skála. 24 ára gamli havnarmaðurin, sum eisini í 2024 spældi á Skála, hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum ber við sær, at hann verður á Skála í 2027 og í 2028.
Serliga síðani Jákup Jakobsen í summar gavst at spæla, hevur Markus verið álitismaður í miðverjuni. Í ár spældi hann við í 26 landskappingardystum í Meistaradeildini, og til saman hevur hann spælt 79 dystir í bestu landskappingini, veit FaroeSoccer at siga.