Ongi úrslit

Mattias er klárur til stóra møguleikan

20 ára gamli havnadrongurin er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið, sum í næstum fer undir eina nýggja UEFA Nations League kapping. Fyrsti dystur verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17:00, tá Kasakstan kemur á vitjan

Mattias Hellisdal er fyri fyrstu ferð partur av A-landsliðnnum - Mynd: www.FSF.fo
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
4 tímar síðan

Hann hevur verið millum stuðulsspælararnar á føroysku ungdómslandsliðunum, í august í fjør skifti hann barndómsfelagið B36 út við Västerås SK, sum spælir í bestu deildini í Svøríki, og í farnu viku var hann fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið.

Talan er um 20 ára gamla havnadrongin, Mattias Johnnysson Hellisdal.

Mattias er partur av hópinum hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen, sum frá 26. septembur til 6. oktobur skal spæla fýra UEFA Nations League dystir. Tann fyrsti er leygardagin klokkan 17:00, tá Føroyar og Kasakstan møtast á Tórsvølli.

Hópurin fór av álvara undir fyrireikingarnar mánadagin, og áðrenn venjingina seinnapartin týsdagin fekk FSF varpið orðið Mattias Hellisdal, sum gleðir seg til eina spennandi og drúgva landsliðsskrá.

Samrøða við nýggja landsliðsspælaran er at hoyra her:

https://www.fsf.fo/mattias-klarur-til-stora-moguleikan/

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07