Óveðrið í gjár rakti eisini løgreglustøðina í Klaksvík og hon fekk so stóran skaða, at tað er neyðugt at steingja hana.
Løgreglan sigur, at uttan fyri fleyt alt og tað rann eisini niður í kjallaran á løgreglustøðini, so at tey mistu streymin.
Tí er støðin stonngd í, í hvussu so er í dag, so er tað nakar ið hevur átrokandi ørindi, verður neyðugt at fara á løgreglustøðina í Havn.