Ongi úrslit

Máttu tríggjar ferðir at sleipa bátar til lands - og ein falskur alarmur

Tvær ferðir í gjár varð brúk fyri Rescue Lív. Myndin er av Facebook
Áki Bertholdsen
26. apríl kl. 10:18

í góðveðrinum í gjár vóru nógvir bátar úti og tað merktist eisini hjá sjóbjargingarstøðini, MRCC.Tríggjar ferðir í gjár komu smábátar í trupulleikar tí teir steðgaðu upp, og tískil máttu teir sleipast aftur til lands.

Smábátur var uppsteðgaður út fyri grótkastið við Skansabryggjuna og har varð Rescue Lív boðsent og sleipaði báturin inn á Álasker.

Ein bátur lá uppsteðgaður nær landi út fyri Glyversnes og eisini í hesum føri varð Rescue Lív boðsent og sleipaði báturin inn á Álasker.

Ein bátur steðgaður umm 2,5 fjórðingar sunnanfyri Trælanípuna og í tí førinum var tað Nósi hjá Brimli, sum fór til hjálpar og sleipaði bátin inn á Miðvág.

Beint eftir midnátt sóu fólk íTrongisvági eina neyðrakett og boðaði løgregluni frá. Eisini í hesum førum boðaði løgreglan MRCC frá og tey sendu tyrluna at leita har um vegir.

Men har var einki óvanligt at síggja so eftir at hava eita í slakar tveir tímar, góvust tey aftur.  

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47