Ongi úrslit

Melda teg til Sement 2026

Tórsgøta
6 tímar síðan

Tað er nú, at tú skalt drøna inn í venjingarhølið, taka gittaran fram ella blása støvið av klaverinum. Tí tilmeldingin til Sement 2026 byrjar í dag!

Sement er vaksið til nógv meir enn ein tónleikakapping. Tú sleppur at luttaka í verkstovum við royndum fólkum úr tónleikavinnuni, fáa góð ráð frá trimum av fremstu tónleikarunum í Føroyum og vísa tín tónleik fyri bæði áskoðarum og sjónvarpshyggjarum kring landið.

Afturat hesum kanst tú vinna upp til 30.000 krónur, sleppa at spæla á G! Festivalinum og umboða Føroyar á SPOT Festivalinum í Danmark.

Seinasta freist at melda til er 1. septembur.

Trýst á leinkjuna niðanfyri og melda teg til, áðrenn tað er for seint:

https://www.torsgota.fo/sement

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

Í gjár kl. 09:32

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

18. juni kl. 13:36