Ongi úrslit

Menn áttu nógv tað mesta av vøkstrinum

Serliga fiskimenn hava tjent væl hetta seinasta árið
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Sum vit skrivaðu i gjár, eru yvir 14,3 milliardir goldnar í lønum á arbeiðsplássum kring landið hetta seinasta árið frá í septembur í fjør til í septembur í ár.

Tað eru 840 milliónir, ella 6,3 prosent meiri enn lønirnar vóru árið frammanundan, ella í tíðarskeiðnum frá septembur í 2024 til septembur í fjør.

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at tað er rættiliga stórur munur á lønunum hjá monnum og kvinnum.

Menn fáa nógv tann størsta partin av lønunum og teir áttu eisini nógv tann størsta partin av vøkstrinum, sum hevur verið.

Av øllum lønunum hesar seinastu 12 mánaðirnar, áttu menn 62 prosent. Somuleiðis áttu menn 69 prosent av lønarvøkstrinum.

Hetta seinasta árið var lønin hjá monnum 7,1 prosent hægri enn hon var árið frammanundan og hjá kvinnum var hon fimm prosent.

Hagstovan sigur at vøksturin kemst serliga av, at tað fiskiskapurin hevur verið góður og prísirnir hava verið høgir, og sostatt hava fiskimenn tjent væl - og tað eru óguliga fáar kvinnur við fiskiskipum, so tað er í hvussu so er ein partur av forkláringini.

Mest lisið hesa vikuna

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

22 tímar síðan

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44