Ongi úrslit

Mentanardagar í anda Niels Midjords

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Mentanardagarnir í Fuglafirði verða hildnir 4.- 6. september 2026. Á skránni er eitt fjølbroytt úrval av mentanarligum tiltøkum, har dentur verður lagdur á tað ríka mentanarlívið og skapandi umhvørvið, sum eyðkennir býin.

Í ár verður serligt ljós varpað á tann kenda fuglfirð­ing­in Niels Midjord sála. Flest allir føroyingar kendu hann við hansara landaplágum. Eitt nú Fimm feitar flugur, Alt mítt eg havi goldið og Mín grái Fordur.

Vit tosaðu við Rønn Eliasen, mentanarleiðara hjá Fuglafjarðar kommunu. Hon hevur ein stóran leiklut í mentanarliga arbeiðinum í kommununi, og hon sigur, at Niels hevði fleiri fasettir. Hann var sera góður til at undirhalda fólk, men nakað sum nógv fólk kanska ikki vita er, at hann eisini var útlærdur arkitektur.

Hann er til dømis arkitekturin handan Mentanarhúsið. Tað teknaði hann fyri sjónleikarafelagið, sum hann var partur av.

Tann arkitektoniska fasettin hjá Niels verður heiðrað á Mentanardøgunum. Tað verður gjørt við einari útstilling av hansara verkum. Bæði tey sum vóru førd út í lívið og tey sum enn bert eru eitt hugskot.

Ein sjónleikakonsert við heitinum Bingo! verður sett á pall leygarkvøldið, hetta, greiður Rønn frá, er ein typa av konsert sum er nýggj í Føroyum, í tílíkum tiltøkum.

Hon fortelur at Niels Midjord var eitt ordans felagsskaps-menniskja, sum spældi sjónleik, har hann var við í fleiri teitum.

Harumframt sang hann í kórið, sang kingo, vísisangir, umframt øll hini, eitt sindur meira popputu løgini vit hoyra í KVF tann dag ì dag.

– Tí hildu vit at Mentanardagarnir í ár skulu haldast í hansara anda og varpað ljós á hansara ymisku fasettir, segði Rønn at enda.

Rønn hevur áður víst á hvussu nógv virksemi og skapanargleði finnast í býnum og økinum. Tað kann man ikki annað enn geva henni rætt í, tí skráin er ógvuliga umfatandi og áhugaverd.

Mentanardagarnir vóru settir í kvøld, í kirkjuni. Bárður á Lakjuni, Mentamálaráðharri og býsbarn, heldur setanar-røðuna, og hornorkestrið spælir kompositiónir hjá Midjord.

Síðani verður ging­ið til grøvina hjá Niels, har tendrað verður ljós. Bárður syngur eisini Cohen-løg fríggjadagin, flestu teirra í týðing eftir Niels Midjord.

Ein onnur, ógvuliga serkunnug konsert, verður eisini at uppliva. Clickhaze trínur uppá pallin aftur til seinastu av trimun konsertum, eftir 23 ára stedg. Mentanarleiðarin sigur at Clickhaze- konsertin bleiv, eins og aðrar av konsertunum tey diska upp við hesar dagarnar, útseld eftir bert fáum minuttum.

Fylgjast kann við skránni á vanganum Mentanardagar í Fuglafirði á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

5 tímar síðan

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

Í gjár kl. 11:03