Mentanardagarnir í Sunda kommunu byrja fríggjadagin 11. september og halda fram til 20. september. Skráin er nú almenn, og øll húski í kommununi fáa ella hava longu fingið faldaran við skránni í postkassan.
Sunda kommuna boðar frá eini rúgvusmiklari skrá við tiltøkum í øllum bygdunum. Á skránni eru millum annað framsýningar, tónleikur og onnur tiltøk, bæði inni og úti.
Tað eru í stóran mun borgarar og felagsskapir í Sunda kommunu, sum hava gjørt tað møguligt at seta saman fjølbroyttu skránna.
Kommunan fer so hvørt at leggja meira kunning út um einstøku tiltøkini á Facebook-síðuna „Mentanardagar í Sunda kommunu“.