Í komandi viku verður Mentanarnátt á hildin í Tvøroyri.
Tiltakið byrjaði í umleið 2011, og er vorðið eitt afturvendandi mentanartiltak í Suðuroynni.
Skráin fevnir um ymisk tiltøk fyri bæði børn og vaksin, sumTvøroyrar kommuna skipar fyri, saman við fleiri luttakarum og sjálvbodnum. Hesi taka lut í fyrireikingunum og sjálvum tiltakinum.
Seinnu árini hevur Mentanarnáttin verið væl vitjað, og eisini í ár verður roynt at hava eina fjølbroytta skrá.
Talgilda skráin er tøk, og prentaða skráin verður borin út til húsarhald í kommununi. Eisini er hon løgd fram á ymsum støðum kring oynna.
Umframt sjálva Mentanarnáttina eru eisini tiltøk á skránni hósdag og leygardag, umframt at fleiri tiltøk kunnu leggjast afturat í vikuni.
