Tað er metstórur áhugi hjá fólki norðanfjørðs at sleppa suður til Vágs á jóansøku nú um vikuskiftið.
Tað hava tey staðfest á Strandferðsluni og tað sæst eisini, at longu nú eru ongir ferðaseðlar eftir á onkrum túri.
Men av tí sama hevur Strandferðslan gjørt av at økja um túratalið hjá Smyrli leygardagin fyri at nøkta tørvin.
– Á hendan hátt hava vit eisini økt um møguleikarnar at ferðast um suðuroyarfjørð allan leygardagin, og hetta fer vónandi at gera tað enn smidligari hjá jóansøkugestum, ið vilja sleppa á jóansøku, sigur Strandferðslan.
Men tann nógva jóansøkusiglingin fer so aftur avleiðingar fyri ferðaætlanina mánadagin, tí manningin á Smyrli skal lúka altjóða krøv um hvílitíð.
Sunnukvøldið er seinasti túrurin úr Suðuroy, so avleiðingin er, at morguntúrurin mánamorgunin klokkan seks av Krambatanga , verður ikki sigldur, men annars verður siglt eftir ferðaætlanini.
Sostatt er fyrsti túrurin mánadagin eftir av Havnini fyrrapartin mánadagin.