Mette Frederiksen sendir í dag ein tanka til Norra, nú tað eru 15 ár síðani álopini í Oslo og á Utøya. Forsætisráðharrin skrivar á Facebook:
-Ræðuleikin setti djúp spor hjá okkum øllum. Men tað gjørdi eisini felagsskapurin og kærleikin, sum Noreg savnaðist um. Tað lýsti so sterkt í myrkrinum.
Missurin og saknurin búgva framvegis hjá teimum, sum mistu ein, tey elskaðu og hildu av. Mínir tankar eru hjá øllum, sum bera sorgina.
Í dag minnast vit. Og vit minna hvønn annan á, at vit øll hava eina felags ábyrgd av at verja okkara felags virði. Rættin til at taka lut og frítt at luttaka í politiska kjakinum. Tí gleðir tað meg eisini á einum degi sum í dag, at Arbeidernes Ungdomsfylking, AUF, aftur savnast til summarlegu á Utøya í næstu viku.
Aldri tiga, aldri gloyma.