Miðvís eftirlitsherferð um trygging av farmi verður sett í verk 1. september. Næstu tríggjar mánaðirnar fara havnastatsmyndugleikarnir undir Paris MoU at seta serliga sjóneyku á, um farmur og farmaflutningseindir eru tryggjað sambært galdandi SOLAS-krøvum.
Sjóvinnustýrið skrivar, at herferðin heldur fram til 30. november og verður partur av vanliga havnarstatseftirlitinum. Hvørt skip verður bara kannað eina ferð sum liður í serligu eftirlitsherferðini.
Frávik kunnu fáa álvarsligar avleiðingar
Endamálið við herferðini er at savna upplýsingar um, í hvønn mun galdandi krøv verða hildin í sambandi við innskiping, lasting og trygging av farmi og farmaflutningseindum. Havnastatsmyndugleikarnir fara at nýta ein serligan eftirkanningarlista í sambandi við eftirlitið.
Verða frávik staðfest, verða tey skjalfest. Tiltøkini kunnu fevna frá at skráseta frávik til at halda skipinum aftur.
Kann hava gjøllari eftirlit við sær
Sambært Paris MoU verða miðvísar eftirlitsherferðir lagdar afturat vanliga havnarstatseftirlitinum og miðsavnaðar um ávís øki í eitt avmarkað tíðarskeið.
Finnur eftirlitsfólkið greiðar ábendingar um, at skipið, útgerðin ella manningin ikki lúka galdandi krøv, kann gjøllari eftirlit verða framt.
Í eftirlitsfrágreiðingini verður skrásett, um talan er um eina CIC-kanning. Staðfest frávik og tiltøk í kjalarvørrinum verða eisini skrásett.