Ongi úrslit

Misskiljing gjørdi at bilførari ikki var meldaður

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Ein bilførari í Havn skal kanska vera glaður fyri, at hann framvegis hevur koyrikort.

Klokkan gott hálvgum fimm í gjáramorgun rendi ein bilførari á eini hú í Havnini. Bæði bilurin og húsini fingu skaða. Men tað var ikki fyrr enn eftir døgurða, ella einar sjey tímar eftir óhappið, at bilførarin sjálvur ringdi til løgregluna at boða frá óhappinum.

Løgreglan sigur, at hann hevði onga forkláring upp á hví hann ikki hevði boðað frá óhappinum fyrr.

Annars er ein regla í ferðslulógini, sum verður kallað seks tíma reglan. Tað merkir, at verður ein bilførari, sum er í einum óhappi, tikin áðrenn seks tímar eru farnir - og hann er ávirkaður - verður tað tikið sum um hann eisini var ávirkaður tá ið óhappið hendi, og so verður hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Men teirri regluni slapp hesin undan, tí tað vóru yvir sjey tímar farnir. Løgreglan sigur, at varð óhappið meldað áður, hevði hann kanska komi undir regluna.

Støðan var annars tað, at tvey fólk høvdu sæð óhappið um náttina - men tey høvdu misskilt hvønn annan, tí bæði hildu, at hitt fólkið hevði meldað tilburðin - við tí úrsliti, at hendingin varð ikki meldað fyrr enn bilførarin sjálvur segði frá um eitt tíðina.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

Í gjár kl. 08:24

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

23 tímar síðan

Japansk greining vekir kjak um COVID-19-koppsetingar

3. august kl. 16:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06