Seinnapartin í gjár varð staðfest, at olja var farin á sjógv á Eystaruvág í Havn.
Løgreglan sigur, at sløkkiliðið metti, at talan var um einar 1.600 - 2.000 litrar av dieselolju, og staðfest var, at tað stavaðu frá einum fiskiskipi, sum lá við bryggju.
Tað hevði bunkrað olju, men onkusvegna er oljan so farin á sjógv.
Bøturnar fyri at dálka sjógvin við olju, eru stórar. Fyri at lata 1.000 litrar av olju fara á sjógv, er bótin 250.000 krónur og er talan um meiri enn tað, verður bótin hækka samsvarandi