– Vit hava staðfest, at mjølið er eisini selt í Føroyum.
Tað sigur Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, leiðari á Matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Seinastu dagarnar hevur ein rættilig gøla tikið seg upp í Danmark eftir at TV2 avdúkaði eina korngoymslu, sum var full av rottum, eisini lógu deyðar rottur og sløgdust í kornrúgvuni. Tey staðfestu somuleiðis, at soppur var í korninum.
Men kornið varð ikki burturbeint, men tvørturímóti varð tað brúkt at gera 20.000 tons av mjøli burtur úr, sum síðani er seld víða hvar í handlum, til bakarar og kondittarar.
Tað, sum serliga hevur elvt til eina gølu er, at Fødevarestyrelsen, sum kannaði korngoymsluna í septembur í fjør, staðfesti, at tað var ikki egnað til mannaføði.
Men nakað av korninum var longu gjørt til mjøl og tað góðtók Fødevarestyrelsen, tí tey mettu ikki, at nakar heilsuvandi stóðst av tí, og tí varð mjølið ikki afturkallað.
Hesa støðu hevði Fødevarestyrelsen í meiri enn eitt ár. Men beint áðrenn TV2 sendi sendingina, hálsaði Fødevarestyrelsen um og viðgekk, at tey høvdu gjørt eitt mistak.
Malan Nicolinudóttir Mikkelsen sigur, at fingu eina fráboðan frá Fødevarestyrelsen í Danmark í gjár um hetta og tey hava eisini staðfest, at hetta mjølið er selt í Føroyum.
Hon sigur, at mjølið er útgingið, so tað er neyvan at fáa í handlunum longur. Men tað er hugsandi, at fólk kortini liggja inni við hesum mjølinum og tí fer Heilsufrøðiliga Starvsstovan at koma við eini fráboðan seinni um hetta.