Ongi úrslit

Monika Stauss og Símun Hammer hava 2 konsertir fyri violin og orgul í vikuskiftinum.

Havnar kirkja
2 tímar síðan

Leygardagin, 13. Juni kl. 11.30 í Havnar kirkju og Sunnudagin 14. Juni kl. 16.00 spæla Monika Stauss (Violin) og Símun Hammer (orgul) konsert.

Saman framføra Monika og Símun eina suitu av K. Black, partar av suitu hjá J. Rheinberger og eina Romansu í G-dur eftir J. S. Svendsen.

Á báðum konsertum Símun Hammer spælir eisini nøkur orgulverk sjálvur, m.a. eftir G. Böhm, Sigfrid K. Elert,

Konsertin er partur av Summartónum 2026, og tú fært uml. 40-45 min. av væl valdum tónleiki

Báðar konsertirnar eru ókeypis!

Monika Stauss Joensen er upprunaliga úr Sveits, men hevur verið búðsitandi í Føroyum og virkin sum violinlærari í musikkskúlanum í nógv ár. Hon spælir eisini í Føroya Symfoniorkestri og er virkin kamartónleikari.

Símun Hammer er virkin organistur og kórleiðari í Gøtu kirkju. Harumframt spælir hann regluliga konsertir, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur Master útbúgving í kirkjutónleiki frá konservatoriinum í Aarhus.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

15 tímar síðan

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Fullveldispolitikkur og vantandi viðlíkahald

5. juni kl. 09:48

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23