Myndir: Brimið fer avstað við Hellutanga

Hellutangi, sum sleit og rak á land norðuri á Víkum á Vágoynni fyrst í apríl í fjør, er ikki at síggja longur. Brimið hevur tikið meginpartin av fóðurflakan hjá Hiddenfjord

Sigurjón Einarsson
14. januar 2022 kl. 15:01

(Greinin er dagførd klokkan 15:59)

Hann hevur ligið sum ein skemd í náttúrvøkru økinum á Víkum á Vágoynni síðan fyrst í apríl í fjør, men nú er harði veturin og ógvisliga brimið farið avstað við meginpartinum av Hellutanga.

Nær hetta er hent, vita vit ikki at siga, men tað var sera illfýsið fyrst í hesum árinum við nógvum brimi, so kanska er Hellutangi tikin av briminum fyrst í hesum árinum. 

Jensjáku Hansen, sum er staðkendur í økinum, og sum javnan vitjar á Víkum sigur við dimma.fo, at mestsum allur Hellutangi er farin við briminum, men tá tað er fjøra, sæst ein lítil partur av flakanum, sum enn er eftir. 

- Tó at hann ikki sæst nógv, so kemur hann undan viðhvørt - tað, ið er eftir. Har er ikki nógv eftir av flakanum, og har verður helst einki eftir, tá næsti stormur kemur, sigur Jensjáku Hansen, sum hevur tosað við dimma.fo, eftir at hendan greinin er skrivað.

Tíðarlinja
Tað var tann 5. apríl í fjør, at fóðurflakin hjá Hiddenfjord sleit í illveðri og rak á land ímillum klettarnar á Víkum í Vágum.

Fleiri royndir vórðu gjørdar at draga Hellutanga leysan, men ongin roynd eydnaðist.

Fyrsta royndin varð gjørd í mei í fjør, tá luft skuldi pumpast í rúmini undir dekkinum, so trýst kundi setast á og tess vegna fáa sjógvin úr og fáa flakan at flóta, men tað miseydnaðist.

Onnur royndin miseydnaðist eisini, tá Hiddenfjord við fleiri bátum royndu at toga fóðurflakan leysan tann 13. juli í fjør. Við Kringvarpið dagin eftir, segði Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, at “hann situr fastari, enn vit hildu”.

25. juli vórðu tvær royndir gjørdar afturat, at fáa Hellutanga leysan. Hesa ferð varð luft blást inn í flakan, boyur festar fastar og Gøtunes hjá Varðanum, Samson og Pressarin hjá MEST, umframt Brimil settu á við fullari megi, fyri at toga fóðurflakan leysan, men tað bar heldur ikki á mál.

Dagin eftir sendi Hiddenfjord tíðindaskriv út, har Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, greiddi frá, at:

– Vit hava nú gjørt tað, ið okkara serfrøðingar hava rátt okkum til. Hetta hevur tíverri ikki verið nóg mikið, og vit fara nú at meta um, hvat gerast kann,

Og so var tað í august í fjør, at vit hoyrdu, at Hellutangi fór at verða liggjandi í allan vetur. Stjórin í Hiddenfjord segði tá, at tey høvdu ikki slept ætlanini at fáa Hellutanga leysan og tiknan burtur, men fleiri royndir at fáa Hellutanga leysan í 2021 vóru ikki gjørdar.

Síðan kom veturin og stormarnir byrjaðu at herja, og árið í ár byrjaði sera harðliga við illveðri fyrst í árinum, og tað hevur havt við sær, at Hellutangi nú er burtur.

Dimmalætting frætti herfyri frá fólki vesturi í Vágum, at har vóru tekin um, at okkurt var við at henda við Hellutanga, tí sendi dimma.fo í hesi vikuni sítt ad hoc-toymið vestur í Vágar at hyggja nærri eftir fóðurflakanum, men tá okkara fólk kom vegin fram, so var eingin fóðurflaki at síggja, tá flóðin var. 

(Greinin dagførd 15:59)
(Eftir at greinin er skrivað, er okkum gjørt vart við, at har er eitt sindur eftir av Hellutanga, ið sæst, tá fjøra er.)  

Her eru myndirnar frá vesturi á Víkum, sum vísa, at brimið er farið avstað við meginpartinum av Hellutanga: 

So seint sum í desember í fjør var Jensjáku Hansen á Víkum, har hann tók nakrar myndir av Hellutanga, tá hann enn lá har.

Tá skrivaði hann eisini á sínum Facebook-vanga, at: "Sjálvt um tað er keðiligt og stórur smeitur fyri Lunu og náttúruna, so eri eg hugtikin av Hellutanga, har hann liggur. Hettar er ein áminning um, at náttúran er ikki at spæla við", skrivaði hann fyrst í desember í fjør.

Her eru seinastu myndirnar av Hellutanga, meðan hann enn lá heilur á Víkum:

Leys Størv