Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu, og Annika Kunoy Im, journalistur á Kvinnu, eru heiðraðar við M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir fyri bókina Tað sum eftir er – smakkir úr og søgur um avroð.
Bókin kom út í 2025. Kvinna gav hana út í samstarvi við IRF sum part av einum átaki, ið hevði til endamáls at endurvekja áhugan fyri avroðum sum matvøru.
Næstan gloymd føroysk matvøra
Avroð hava áður verið ein natúrligur partur av føroysku matmentanini. IRF vísir samstundis á, at avroð verða mett sum ein delikatessa í franska og italska køkinum.
Meira enn bara gamal matur
Sambært IRF hava avroð eisini týdning fyri burðardygd, matvørusjálvbjargni og heilsu. Tey eru rík av proteini, vitaminum og mineralum. Við bókini vilja Kvinna og IRF vísa, hvussu avroð aftur kunnu fáa størri rúmd í føroysku matmentanini.