Námsfrøðiligt eftirlit er í vár framt við seks tilboðum hjá Almannaverkinum.
Talan er um hesi tilboð:
Sambýlið á Hóvabrekku
Sambýlið á Kelduskákið
Sambýlið í Torfinsgøtu
Sambýlið á Garðsgøtu
Frítíðar- og klubbtilboðið á Frúutrøð
Frítíðartilboðið í Gerðagøtu
Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at tilboðini og tænasturnar virka sambært endamáli og virkisætlan, at tey, sum fáa tilboð og tænastur, trívast og mennast, at hølisviðurskiftini eru hóskandi, og at fakliga støðið hjá starvsfólkunum er nøktandi.
Námsfrøðiliga eftirlitið verður framt við heimild í § 69 í almannalógini og kunngerð nr. 226 um námsfrøðiligt eftirlit. Tað er Almanna- og bústaðamálaráðið, sum stendur fyri eftirlitinum.
Í 2026 varð avtala gjørd við Menning.info við Jóhannesi Miðskarð, ph.d., um at fremja eftirlit við til samans 14 tilboðum hjá Almannaverkinum. Tey seks eftirlitini, ið skuldu fremjast í vár, eru nú framd, og átta eftirlit verða framd í heyst.
Frágreiðingarnar frá eftirlitunum í vár vórðu latnar Almanna- og bústaðamálaráðnum í august og eru nú sendar avvarðandi pørtum.
Samandráttir av eftirlitsfrágreiðingunum og viðmerkingarnar frá Almannaverkinum til tilmælini kunnu lesast her.