Nashville Nights kemur aftur til Føroya eftir eina væl eydnaða konsert í OY í fjør. Leygarkvøldið 19. september fara Kristel Lisberg og amerikansku sangskrivararnir Blue Foley og Eric Erdman á pall.
Konsertin verður skipað sum eitt sokallað Nashville Writers Round. Artistarnir sita saman á pallinum, skiftast um at framføra sínar sangir og siga søgurnar aftan fyri teir.
Grammy-tilnevndur sangskrivari við
Blue Foley er Grammy-tilnevndur sangskrivari, artistur og framleiðari. Hann stovnaði Nashville Nights og hevur meira enn 20 ára royndir í Nashville.
Sambært fyriskiparunum eru meira enn 250 sangir hjá honum innspældir av øðrum artistum.
Eric Erdman er amerikanskur sangskrivari, gittarleikari og troubadour. Hann er serliga kendur fyri sín sterka frásøguhátt og humor. Sangir hjá honum eru millum annað innspældir av The Red Clay Strays.
Kristel Lisberg skipar tiltakið
Føroyska countrysongkvinnan Kristel Lisberg stendur fyri tiltakinum í Føroyum. Hon hevur í fleiri ár ferðast til Nashville, har hon hevur skrivað og innspælt tónleik saman við amerikanskum sangskrivarum og framleiðarum.
Nashville Nights er partur av einum altjóða donsk-amerikanskum konsertkonsepti, sum byggir brúgv millum Nashville og norðurlendska tónleikapallin.
Tiltakið verður í OY leygarkvøldið 19. september.
