Ongi úrslit

Navigare: Nýggja Hav Fles verður doypt í Søldafirði leygardagin

Føroyska reiðaríið Navigare Shipping tekur leygardagin ímóti Hav Fles, sum er annað nýggja skipið hjá felagnum í ár. Tvey onnur eru á veg.

© Navigare.
Hav Fles: Nýggja farmaskipið hjá Navigare Shipping verður doypt í Søldafirði leygardagin. Tvey nýggj skip afturat eru á veg til føroyska reiðaríið.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Leygardagin 7. november klokkan 11 verður almenn móttøka og skipsdópur í Søldafirði, tá nýggja farmaskipið Hav Fles kemur til Føroya.

Hav Fles er annar nýbygningurin hjá Navigare Shipping, sum er í ferð við at endurnýggja flotan.

Fyrr í ár tók reiðaríið ímóti Hav Leiti, sum var fyrsti nýbygningurin í 60 ára longu søgu felagsins. Hav Fles er systurskip hjá Hav Leiti, og tvey nýggj skip afturat verða latin reiðarínum næsta ár.

Minni oljunýtsla og lægri útlát

Sambært Navigare Shipping kunnu nýggju skipini flyta størri farmanøgdir og brúka minni olju. Hetta skal minka munandi um útlátið fyri hvørt flutt tons samanborið við onnur skip hjá reiðarínum.

Samstundis skulu skipini styrkja kappingarførið hjá felagnum og bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá sjófólkunum.

Á móttøkuni leygardagin verða røður, skipsdópur og hornblástur. Øll eru vælkomin umborð at síggja nýggja skipið, og ábit verður eisini at fáa.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

Í gjár kl. 09:30