Føroyska reiðaríið Navigare Shipping & Logistics er komið enn eitt stig víðari við endurnýggjanini av flotanum. Nýggja farmaskipið Hav Fles er nú klárt til royndarsigling og verður eftir ætlan latið reiðarínum í næstu viku.
Tað boðar felagið frá á Facebook.
Annar av fýra nýbygningum
Hav Fles er annar av fýra nýbygningum, sum Navigare Shipping hevur bílagt.
Skipið er av slagnum Gadus 5900 og verður bygt á niðurlendsku skipasmiðjuni Royal T Shipyards. Tað er eitt dieselelektriskt farmaskip, sum sjálvt kann lossa farmin.
Í juni kom skipið til Kampen í Niðurlondum, har arbeiðið við at útgera tað helt fram.
Stór endurnýggjan av flotanum
Fyrsti nýbygningurin, Hav Leiti, kom til Føroya í august. Sama ár hátíðarheldur Navigare Shipping 60 ára stovningardag.
Sambært reiðarínum skulu nýggju skipini styrkja kappingarførið, minka um oljunýtsluna fyri hvørt flutt tons og bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá sjófólkunum.