Tá Ríðisamband Føroya herfyri hevði aðalfund, stóð formaðurin, Brandur í Dali, fyri vali. Hann bleiv afturvaldur, og nevndin er tí óbroytt og sær soleiðis út: Brandur í Dali, formaður, Zacharias R. Jacobsen, næstformaður, Alexandra Kjeld, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Kristian Krosstein og Andrias Nielsen, sum manglar á myndini.
Heimligu kappingarnar í gonguløgum endaðu vikuskiftið 2.-4. juli við Safari FM-kapping á breytini hjá Føroyskum Íslandsrossafelag undir Kráarheyggi. Hetta er fjórða av fýra kappingum í ár. NM í gonguløgum verður í Svøríki í august, og landsliðið fyrireikar seg til fráferð.
Tvær av fimm FM-kappríðingum eru avgreiddar. Tvær tær komandi kappríðingarnar vera á breytini hjá Føroya Ríðingarfelagi í Havnardali – á ólavsøku og tann 15. august. Kappingarárið endar á breytini hjá Vága Ríðingarfelag vesturi í Vágum tann 29. august.