Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, vil hava at vita, um landsstýrið fer at virka fyri, at føroyskir hjálparfelagsskapir og felagsskapir við føroyskari luttøku verða brúktir meira í altjóða neyðhjálp og menningarsamstarvi.
Tað ger hann í skrivligum fyrispurningi eftir § 52 a í Tingskipanini til Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Vil menna føroyska neyðhjálp
Spurningurin snýr seg um, hvørt Føroyar í størri mun skulu lata hjálp gjøgnum føroyskar felagsskapir ella felagsskapir, har føroyingar eru virknir ella hava tætt tilknýti.
Í viðmerkingunum vísir Steffan Klein Poulsen á, at ymisk landsstýri hava valt ymsar leiðir. Summi hava raðfest føroysk sambond, meðan onnur hava brúkt stórar altjóða felagsskapir ella deildir hjá eitt nú ST og ES.
Føroyskir ambassadørar kring heimin
Hann heldur, at føroysk luttøka kann menna “føroyska neyðhjálp” og senda “føroyskar ambassadørar” út í heim.
Fyrispurningurin varð latin Løgtinginum 17. juni 2026.