Hetta seinasta árið, frá august í fjør til í juli í ár, innfluttu vit vørur og tænastur úr útheiminum fyri góðar 11,9 milliardir krónur. Tað er knappar 1,3 milliardir krónur, ella 11,8 prosent, meira enn vit innfluttu fyri teir 12 mánaðirnar frammanundan, frá august í 2024 til í juli í fjør.
Innflutningurin er vaksin á øllum vørubólkum, uttan bólkinum sum eitur ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni.
Men tað loypur í eyguni, at innflutningurin av bilum er eksploderaður. Frá august í fjør til juli í ár, innfluttu vit bilar fyri 682,9 milliónir og tað eru 175,4 milli´nir, ella 34,6 prosent meiri enn árið frammanundan.
Tað er samstundis tann innflutningurin, sum vaks mest upp á seg - tá ið innflutningurin av skipum og flogførum ikki er tikin við.
Innflutningurin av matvørum og livandi djórum, var 2.649,8 milliónir og tað er ein vøkstur upp á 9,6 prosent. Hagstovan sigur, at uppi í hesum talinum er eisini ein innflutningur av fiski til virkingar og hann var upp á 171 milliónir.
Innflutningurin var olju hevur verið 1.619 milliónir hetta seinasta árið, og tað er ein vøkstur upp á 2,8 prosent.
Innflutningurin úr øllum heimspørtum er vaksin, ella stendur í stað. Innflutningurin úr ES er vaksin meira enn 300 milliónir krónur. Av hesum er innflutningurin av oljuúrdráttum vaksin slakar 141 milliónir krónum og innflutningurin av bilum úr ES er vaksin næstan 142 milliónir.
Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi hesi bæði seinastu árini. Frá 2022 til 2024 hava stór sveiggj verið í innflutninginum úr ES, men nú liggur hann á umleið 440 milliónum krónum um mánaðin, sum er á leið tað sama sum áðrenn 2022.
Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, annars verið veksandi hesi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja á umleið 250 milliónir krónur í miðal um mánaðin, sigur Hagstovan.