Ongi úrslit

Níggju landsdystir í fótbólti vera í Suðuroy

Føroysku menninir fara í summar at spæla tríggjar dystir í Suðuroy

© Mynd: fsf.fo/Jóhanna Thomsen
Jonhard Hammer
1 tími síðan

Lutakastið um bólkabýtið í fótbóltinum í Oyggjaleikunum, sum í summar vera í Føroyum, hevur verið.

Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri lutakastinum til bólkaspælið á Betri Oyggjaleikum næsta ár.

11 lið eru í kvinnukappingini og 13 hjá monnum. Tað gevur tríggjar bólkar hjá kvinnum og fýra hjá monnum.

Fótbóltskappingin verður spæld um alt landið, og bólkur A hjá monnum og B hjá kvinnum spæla sínar innleiðandi dystir í Suðuroy. Tað vil siga, at í mannfólkakappingina fara Føroyar at spæla tríggjar dystir í Suðuroy, og at tað vera tríggir aðrir mannfólkadystir í Suðuroy. Í kvinnukappingini vera tríggir dystir í Suðuroy.

Fórbóltssambandið hevur enn ikki boðað frá, hvør fer at manna føroysku landsliðini. Tað tykist tó greitt, at tað vera ikki teir, sum manna A-landsliðið, sum fara at spæla. Oyggjaleikirnir eru 3. til 9. juli. Tá er summarfrí í útlendsku kappingunum. Bestu føroysku feløgini eru um hesa tíðina upptikin í europeisku kappingunum.  

Bólkar, kvinnur: 

A: Føroyar, Saaremaa, Áland og Gozo

B: Isle af Man, Ynys Mõn og Hetland

C: Ytru Hebridurnar, Hitra og Jersey

Bólkar, menn:

A: Føroyar, Frøya, Hetland og Ytru Hebridurnar

B: Ynys Mõn, Guernset og Gozo

C: Isle of Man, Grønland og Falklandsoyggjarnar

D: Jersey, Áland og Alderney

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08