Ongi úrslit

Níggju svimjarar til NM og NJM 2021

NM- og NJM-kapping verður í Upplands Väsby í Svøríki um vikuskifti

Sigurjón Einarsson
13 tímar síðan

Í morgun eru níggju føroyskir svimjarar farnir av landinum til Upplands Väsby í Svøríki, har tey skulu royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021

Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, tó so við onkrum møguleika fyri at koma upp í millum tey bestu, skrivar svimjing.com.

Tilmeldingarnar hjá føroyingum síggjast í hesum yvirlitinum:

Tilmeldingar til NM og NJM 2021.

Sum heild røkkur hetta til plaseringar niðarliga ímillum Norðurlond, sum ikki er óvæntað; við tað at londini plaga at senda lutfalsliga fáar, men góðar svimjarar til hesa stevnu, skrivar svimjisambandið.

– Men fær Elisabeth Erlendsdóttir eina góða stevnu, so kann tað kanska verða til okkurt, við tað at hon hevur fjórðbestu tilmeldingartíð í 100 metrar rygg og sjeyndbestu tíð í 200 metar rygg.

Norðurlond eru í svimjihøpi hesi londini: Danmark, Estland, Finnland, Føroyar, Ísland, Lettland, Litava, Noregi og Svøríki.

Úr Føroyum luttaka:

Á NJM 2021

·         Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS

·         Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS

·         Lea Osberg Højsted (2008), Ægir

·         Róa Trygvadóttir (2008), Ægir

·         Heini Mohr Askham (2006), Ægir

Á NM 2021

·         Alisa Vestergård (2003), SuSvim

·         Eyðrið Mortensen (2002), HS

·         Ronja Ró í Dímun (2004), HS

·         Bartal E. Eidesgaard (2002), HS

Við á ferðini eru ferðaleiðarin June Jónsveinsdóttir umframt venjararnar Kristian Martin Joensen og Panagiotis Christou.

Sjálv kappingin er í døgunum frá fríggjadegnum 3. til sunnudagin 5. desember.

Kelda: svimjing.com

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

Í gjár kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

Í gjár kl. 08:50