Ongi úrslit

Níggju umsóknir til starvið sum skúlastjóri

Áki Bertholdsen
11. juni kl. 13:58

Tá ið Høgni Joensen, skúlastóri á Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, segði seg úr starvi fyrr í ár, varð greitt, at skúlin skuldi hava nýggjan stjóra. Høgni Joensen hevur verið skúlastjóri síðani skúlin varð tikin í nýtslu í 2008

Síðani hava tey søkt eftir stjóra og Skúlablaðið skrivar, at tá ið freistin at søkja starvið fór í gjár, vóru níggju umsóknir komnar.

Skúlin við Løgmannabreyt er ein tvey sporaður skúli og tilsamans  verða 366 næmingar í 1.-9. flokki næsta ár.

Har eru 33 fulltíðarstørv sum lærarar í Skúlanum og afturat sær hevur stjórin tveir varaskúlastjórar.

Frítíðarskúli er á skúlanum, ið hevur egna leiðslu, sum skúlastjórin og starvsfólk skúlans samstarva við, sigur Skúlablaðið.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

15 tímar síðan

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31