Ongi úrslit

Niklas Foldbo til minnis

Tofta Ítróttarfelag skrivar minningarorð um Niklas Foldbo

Tofta Ítróttarfelag
3 tímar síðan

Nú Niklas Foldbo er farin, hevur Tofta Ítróttarfelag mist ein av sínum hollu stuðlum, sum í langt áramál tænti felagnum við eldhuga, og tað kom væl við og sást nógv eftir, tí Niklas var bæði gávuríkur, væl útbúgvin og arbeiðssamur.

Eftir at hava verið uttanlands undir útbúgving og í eitt skifti at hava búð í Havn, fluttu Rakul og Niklas miðskeiðis í sjeytiárunum til Toftir at búgva. Omanfyri húsini við Rætt, sum var barnaheimið hjá Óla, faðir Niklasar, bygdu tey snotilig hús og myndaðu, saman við teimum trimum døtrunum, eitt gott heim, har tað var stórt gestablídni.

Í 1978 varð Niklas fyri fyrstu ferð varalimur í starvsnevndini hjá Tofta Ítróttarfelag. Tað var hann fram til 1983 og so aftur frá 1994 og til 2002. Í 2003 og 2004 var hann nevndarlimur.

Tá ið vøllurin á Svangaskarði var gjørdur í 1980, var Niklas tekniskur ráðgevi hjá felagnum, sum sjálvt stóð fyri at byggja vøllin.

Eftir at tað í 1985 varð avgjørt, at Oyggjaleikirnir í 1989 skuldu vera í Føroyum, sendi ÍSF kommununum og ítróttarfeløgunum fyrispurning, um tað bar til at syrgja fyri karmum um frælsu ítróttargreinarnar. Hesa uppgávuna tók Tofta Ítróttarfelag á seg.

Niklas Foldbo var verkfrøðingur, og hann hevði nógvar royndir sum leiðari í sambandi við stórar byggiverkætlanir, eitt nú havnaútbyggingar og tunlar, og tá ið hann frammanundan var knýttur at felagnum, so var tað so upplagt, at tað varð heitt á hann um at vera tekniskur leiðari fyri stóru íløguni á Svangaskarði. Hann tók við uppgávuni, og saman við honum var Jørgen Lillholm Petersen, sum var danskur verkfrøðingur, ið arbeiddi fyri Dansk Idrætsforbund (DIF).

Niklas gekk upp í hesa uppgávuna við lív og sál. Hann var ivaleyst meiri enn nakar annar greiður yvir, hvussu stór uppgávan var, sum felagið hevði tikið á seg, og hann var framúr góður at samstarva við. Í 1986 varð farið undir lendisarbeiðið. Tað var spennandi og eitt ódnartak, har Niklas við sínum royndum og positiva lyndi, dugnaskapi og treiskni var ótroyttiligur.

Talan var um stórt trýst, tí tíðin var stutt, men tað eydnaðist at fáa arbeiðið liðugt, áðrenn Oyggjaleikirnir vórðu settir 6. juli í 1989. Hesa vikuna við nógvum fremmandum ítróttarfólkum og hjálparfólkum her á Toftum mintist Niklas væl nøgdur aftur á. Nógv av ítróttarfólkunum vórðu hýst privat, og eisini í tí sambandi tóku Rakul og Niklas eitt stórt tak.

Um hetta sama mundið bjóðaðu Føroyar seg fram í altjóða fótbólti, og Føroyar vóru tá limir í bæði í UEFA og FIFA. Tað var eingin grasvøllur í Føroyum, sum var góðkendur til altjóða landsdystir. Fyrstu EM undankappingardystirnir vórðu leiktir í Landskrona í Svøríki, meðan tað var arbeitt við at fáa heimavøll í Føroyum.

Niklas var spentur í møguleikanum, í so at siga knappari vend, at fáa grasvøll og felagshús á Svangaskarði. Hetta var stór uppgáva í sváru kreppuni, sum Føroyar vóru raktar av um hetta mundið, og Niklas var í fremstu røð, tá ið fólkið her á plássinum tók lógvatak fyri at fáa ætlanina framda.

Lagt var til brots í november í 1990, og eitt lítið ár seinni, í oktober 1991, varð venjingardystur leiktur á grasvøllinum millum landsliðið og eitt úrvalslið.

Uppgávurnar fyri Tofta Ítróttarfelag røkti Niklas samstundis, sum hann var í leiðslustarvi hjá Landsverkfrøðinginum og samstundis, sum hann á fleiri økjum við sínum fakligu evnum gjørdi mun. Her verður eitt nú hugsað um, at hann var formaður í kirkjuráðnum, sum sjálvt hevði byggileiðsluna, tá ið Fríðrikskirkjan varð bygd og stóð liðug at vera vígd fyrsta sunnudag í adventini í 1994.

Niklas var ein dugnaligur og arbeiðssamur heiðursmaður, sum vit í Tofta Ítróttarfelag minnast aftur á við gleði og takksemi.

Vit hugsa um Rakul, sum hann í øll hesi árini livdi í fyrimyndarligum hjúnabandi við, og um døturnar – Ingu, Helgu og Óluvu – sum vóru teirra eitt og alt, og sum tey gleddu seg um og saman við, nú tað varð lagt aftrat í næsta ættarliðnum.

Vit lýsa frið yvir heiðursmannin og stuðulin hjá Tofta Ítróttarfelag Niklas Foldbo.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

Í gjár kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03