Á ársins summarfestivali í Klaksvík var skiftandi veður, nógv fólk og gott lag. Men løgreglan sigur, at sum heild hava tey havt nógbv at gera - og ofta var rúsdrekka uppi í.
Sum vit skrivaðu fyrr í morgum hevði løgreglan nógv arbeiði av at finna bileigarar, sum høvdu parkerað so ólagaliga, at sjúkabilar, og onnur neyðug ferðsla, varð forðað.
Men í Havn varð ein bilførari tikin og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og í Klaksvík varð ein bilførari tikin, sum er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Nakrar ferðir tóku ósemjur seg upp ímillum fólk, men løgreglan sigur, at onkuntíð var bara talan um harðan orðadrátt ímillum fólk, so løgreglan fekk sent tey í hvør sína ætt, og so valdaði friður aftur,
Men í tí eina førinum vóru tað nøkur, sum føldu seg hótt, men tey vóru rættiliga ávirkað, so løgreglan sendi tey heim at sova upp á tað, og tá ið tey hava sovið rúsin av sær, kunnu tey so taka støðu til um tey framvegis vilja melda.
Á einum gistingarhúsi í Havn kom ein gestur ikki longur enn í forhøllina, so fall hann av. Og tá ið náttarvaktin ikki fekk vakt hann aftur kom løgreglan og hjálpti honum tað seinasta strekkið inn á kamarið.
Á summarfestivalinum noktaði ein deyðadrukkin maður fyri at taka ímóti hjálp frá samarittunum, men mett varð at hann hevði brúk fyri hjálp, so ringt varð eftir løgregluni. Løgreglufólkini tosaði upp í lag við hann, so hann, at enda, gav seg upp í hendurnar á samarittunum.
Og í Havn koyrdi løgreglan seg fram á ein mann, sum stóð og pissaði á alfara vegi. Tað er ikki lov, so tað fekk hann 1.500 krónur í bót fyri.