Ongi úrslit

Nógvir føroyingar sendir uttanlands til viðgerðar: Næstan 3.000 sjúklingaferðir í 2025

Talið á sjúklingum, sum vórðu sendir uttanlands til viðgerðar, setti enn einaferð met í 2025. Kortini endaði játtanin til uttanlandsviðgerðir við einum avlopi á nærum seks milliónir krónur.

© News Øresund - Johan Wessman / Wikipedia
Edmund Jacobsen
3. juni kl. 09:30

Sjúkrahúsverkið hevði í 2025 tilsamans 2.989 sjúklingaferðir uttanlands. Samstundis hevði kontoin fyri serviðgerð uttanlands eitt avlop á 5,9 milliónir krónur, hóast virksemið ongantíð hevur verið størri.

Tað kann lesast í nýggju ársfrágreiðingini frá Sjúkrahúsverkinum.

Tilsamans vóru 181,3 milliónir krónur játtaðar til serviðgerð uttanlands. Av hesum fóru 146,8 milliónir krónur til sjálva viðgerðina, meðan 28,6 milliónir krónur fóru til flutning og uppihald.

Metstórur tørvur á uttanlandsviðgerð

Tølini vísa, at føroyska heilsuverkið framvegis er nógv tengt at viðgerðum uttanlands, tá ið talan er um serkunnleika og viðgerðir, sum ikki eru tøkar í Føroyum. Samstundis er talið á uttanlandsferðum vaksið so nógv, at 2025 gjørdist eitt nýtt metár.

Milliónir spardar hóast metár

Hóast metnógvar sjúklingaferðir varð minni brúkt enn játtað. Serviðgerð uttanlands hevði eitt avlop á 5,26 milliónir krónur, meðan flutningur og uppihald góvu eitt avlop á 681.000 krónur.

Hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at Sjúkrahúsverkið sum heild endaði árið við einum avlopi á 5,4 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

19 tímar síðan

Løgreglan tók sjey prutl í einum

Í gjár kl. 09:22

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

19. august kl. 08:31