Ongi úrslit

Nøkur fólk handtikin fyri innbrot í Havn

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Fyrr í vikuni skrivaðu vit, at innbrot hevði verið í Á handlinum á Landavegnum.

Har varð ein rútur brotin og tjóvarnir vóru komnir inn tann vegin. Inni var eitt pengaskáp brotið upp og ein munandi upphædd var stolin.

Løgreglan váttar í morgun, at nøkur fólk eru handtikin í málinun. Onkur av teimum eru leyslatin aftur, men onkur er enn í varðveitslu hjá løgregluni. Løgreglan vil ikki siga, hvussu nógv fólk eru tikin, uttan tað, at talan er um meiri enn eitt fólk.

Nú skal støða so takast til, hvussu farast skal fram, um tey skulu í rættin við kravi um at tey skulu varðhaldsfongslast, ella um tey verða leyslatin aftur ímeðan málið verður kanna meiri. Av tí sama vil løgreglan heldur ikki siga meiri um málið í løtuni.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

21 tímar síðan

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49