Ongi úrslit

Nordmenn leggja blómur til stuðul fyri konginum

Blómur í hópatali liggja á plássinum

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Nordmenn savnast í dag á Slotspladsen í Oslo, har alsamt fleiri leggja blómur og tendra ljós fyri at vísa kongi Harald virðing og stuðul.

Hetta hendir, eftir at norska kongshúsið hósdag upplýsti, at heilsustøðan hjá konginum er versnað, og at støðan nú er sera álvarsom.

Kong Harald er innlagdur á Rikshospitalet í Oslo, og hansara nærmasta familja er savnað um hann.

Framman fyri Kongsborgina eru í dag alsamt fleiri blómur lagdar. Fólk koma hagar fyri at vísa sín stuðul í eini truplari tíð fyri kongin og norsku kongafamiljuna.

Kong Harald hevur verið innlagdur á Rikshospitalet síðani 17. august.

Sambært teimum seinastu upplýsingunum verður hann viðgjørdur fyri eina bakteriuinfektión í blóðinum, men heilsustøða hansara er versnað hóast viðgerð.

Samstundis er skráin hjá norsku kongafamiljuni avlýst, meðan tey nærmastu hjá konginum eru savnað um hann á sjúkrahúsinum.

Á Slotspladsen halda nordmenn fram við at leggja blómur sum eitt sjónligt tekin um virðing, stuðul og vón í eini støðu, sum hevur rakt stóran part av Noregi.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

Í gjár kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01