Ongi úrslit

Norðoyastevna: Julian Gregersen eitt sekund frá føroyskum meti

Julian Gregersen var bara eitt sekund frá føroyska metinum, tá hann vann Føroya Bjór-renningina á Norðoyastevnu. Samstundis settu 98 vaksin og børn dám á tiltakið, sum Treysti skipaði fyri fyri 29. ferð.

Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 15:30

Í av allar fagrasta veðri luttóku tilsamans 98 vaksin og børn í árligu renningini í Klaksvík. Teinurin hjá teimum vaksnu var 5 kilometrar og er júst góðkendur sum kappingarteinur til met og krøv.

Julian Gregersen stóð ovast á sigurspallinum

Hjá monnum vann Julian Gregersen úr Treysti við tíðini 14:53. Tað var bara eitt sekund frá hansara egna føroyska meti. Neli Heldarskarð úr Bragdinum gjørdist nummar tvey við 16:27, og Matthias í Lambanum úr Roysninum endaði á triðja plássi við 17:41.

Hjá kvinnum vann Maria Chun Nielsdóttir úr Bragdinum við tíðini 21:12. Vibeka Eihilt Sivertsen gjørdist nummar tvey við 21:52, meðan Rebekka Fuglø tók triðja plássið við 23:21.

Nógv børn settu dám á dagin

Eisini vóru nógv børn við. 24 børn undir sjey ár runnu 250 metrar, meðan 38 børn undir 15 ár runnu 425 metrar. Sambært Treysta vóru børnini bæði røsk og í góðum lag.

Fleiri rennarar vístu eisini framgongd. Serliga Erik Løksagarð og Niels Juel Arge, sum fyri fyrstu ferð komu undir 20 minuttir á 5 kilometra teininum.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03