Ongi úrslit

Norðurlendsk frágreiðing: Føroyar hava serstøðu í Norðurlondum innan sjógæti

Nýggja norðurlendska frágreiðingin Nordic Aquatic Food Systems staðfestir, at Føroyar hava ein serstakan leiklut í norðurlendsku matveitingini við risastórari framleiðslu, útflutningi og fiskamjølsvinnu.

Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Ein nýggj frágreiðing frá Norðurlandaráðnum, Nordic Aquatic Food Systems, peikar eisini á, at Føroyar eru eitt av teimum londunum í Norðurlondum, sum eru mest bundin at fiskivinnu og alivinnu. 

Sambært frágreiðingini stava 95 prosent av føroyska vøruútflutninginum frá fiskivinnu og alivinnu, meðan vinnan stendur fyri umleið 25 prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni.

Føroyar verða samstundis lýstar sum ein serliga sterk og mótstøðufør fiskivinnutjóð við væl útbygdari framleiðslu, virking og útflutningi.

Føroyar hava lykla­leiklut í Norðurlondum

Frágreiðingin Nordic Aquatic Food Systems vísir, at Føroyar framleiddu 463.785 tons av sjógæti til matna í 2023. Eftir innflutning og útflutning vóru umleið 48.400 tons eftir til føroyska marknaðin.

Tað svarar til 889 kilo av sjógæti fyri hvønn íbúgva – nógv meira enn í teimum flestu øðrum norðurlondum.

Samtíðis hava Føroyar stóran týdning fyri norðurlendskar fóðurvirðisketur. Meira enn 80 prosent av útflutninginum av fiskamjøli og lýsi fer til onnur norðurlond. Eisini koma meira enn 80 prosent av innflutninginum av hesum vørunum úr Norðurlondum.

Makrelur, sild og svartkjaftur eru avgerandi

Sambært Nordic Aquatic Food Systems er pelagiski fiskiskapurin sjálvur motorurin í føroysku sjóvinnuni. Í 2023 veiddu føroysk skip umleið 400.000 tons av svartkjafti, 176.000 tons av makreli og 102.000 tons av sild. Hesi trý fiskasløgini umboða 80–85 prosent av øllum føroyskum veiðum.

Frágreiðingin ávarar tó um, at manglandi langtíðaravtalur um makrel, sild og svartkjaft skapa óvissu. 

At Føroyar eru so tengda at nøkrum fáum fiskasløgum ger føroyska búskapin viðkvæman fyri broytingum í fiskastovnum, marknaðum og altjóða samráðingum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

5 tímar síðan

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00