Ongi úrslit

Norðurlendsk seyðaráðstevna í Føroyum: Fýra dagar við seyðahaldi og landbúnaði

Føroyar verða í oktober karmur um 37. InterNorden-ráðstevnuna, sum savnar norðurlendskar granskarar, ráðgevar og seyðabøndur.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyar hýsa 37. InterNorden-ráðstevnuni frá 21. til 24. oktober 2026. Á skránni eru fyrilestrar, fakligt kjak, garðsvitjanir og seyðasýning.

InterNorden er eitt norðurlendskt samstarvsnetverk fyri granskarar, ráðgevar, bøndur og onnur, sum arbeiða við seyðahaldi. Síðan 1948 hevur ráðstevnan vanliga verið hildin annaðhvørt ár í einum av luttakaralondunum.

Norðurlond leggja sínar skipanir fram

Fyrstu tveir dagarnar verða framløgur úr Føroyum, Íslandi, Noregi, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki og Danmark.

Jens Ivan í Gerðinum skal greiða frá føroyskum seyðahaldi. Aðrir fyrilestrar snúgva seg millum annað um norska seyðahaldsskipan, almennan stuðul, seyðaaling, framleiðslu, lønsemi og djóravælferð.

Hósdagin verður serligur dentur lagdur á seyðaframleiðslu, aling, stuðulsskipanir og útrokningar av veðurlagsávirkan. Dagurin endar við pallborðskjaki, har umboð úr øllum luttakaralondunum sita við.

Út á føroyskar garðar

Fríggjadagin fara luttakararnir á vitjan á Torkilsheygsgarði, Varmakeldugarði og Dúvugørðum. Har fáa teir innlit í føroyskan landbúnað, ullarframleiðslu, føroyska rossið og siðbundnar arbeiðshættir.

Leygardagin endar skráin við seyðasýning nærindis Sundalagnum. Har verða bestu seyðirnir kosnir og virðislønir handaðar. Síðani fáa luttakararnir høvi at hitta fólk úr økinum.

Mest lisið hesa vikuna

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47

Haaland sendi Norra í HM-fjórðingsfinaluna

5. juli kl. 23:49