Norðurlond skrivaðu 2. september undir eina felags yvirlýsing um veitingartrygd. Endamálið er at styrkja førleikan at tryggja atgongdina at grundleggjandi vørum og tænastum, tá kreppur raka – bæði í friðar- og stríðstíð.
Londini skulu samstarva tættari um framleiðslu, flutning, útlutan og handil. Málið er at menna eina samskipaða og sterka norðurlendska tilbúgving, sum eisini skal virka undir kreppukendum umstøðum.
Bárður: Krepputilbúgving er ikki hepni
Yvirlýsingin varð undirritað í sambandi við árliga fundin í norðurlendska samstarvinum um veitingartrygd, Nordic Supplies Summit.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskimálum, sigur, at førleikin at standa ímóti óvæntaðum kreppum krevur áræði, samstarv og álit.
Hann vísir á, at yvirlýsingin skal vera við til at tryggja sterkar og støðugar samfelagsveitingar, um kreppa rakar.