Í gjár luttóku Bárður á Steig Nielsen, samstarvsráðharri í norðurlandamálum, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, á ráðstevnuni Competitiveness in a Nordic Perspective.
Ráðstevnan varð hildin í Keypmannahavn og varpaði ljós á kappingarførið hjá Norðurlondum. Ráðstevnan varð fyriskipað av danska og føroyska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum.
Røðarar á ráðstevnuni vóru m.a. norðurlendskir ráðharrar, vinnulívsstjórar og serfrøðingar. Høvuðsrøðarar vóru Jyrki Katainen, fyrrverandi finskur forsætisráðharri og formaður í Nordic Compass, og Luiz de Mello, stjóri fyri Country Studies Branch í OECD. Sí skránna her.
Á ráðstevnuni varð frágreiðingin Competitiveness in a Nordic Perspective løgd fram. Frágreiðingin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni, Copenhagen Economics.
Formansskapurin hevur tikið stig til frágreiðingina við íblástri frá sonevndu Draghi-frágreiðingini, ið varð gjørd av kappingarførinum hjá ES.
Norðurlond hava megnað at bygt upp eina samfelagsskipan, sum bæði tryggjar sosiala javnvág og høga framleiðslumegi. Men vøksturin hevur mist ferðina. Frágreiðingin setir tí avgerandi spurningarnar: Hvussu kunnu vit Norðurlond styrkja okkara kappingarførið og framvegis vera millum tey fremstu, samstundis sum vit varðveita sosiala burðardygd og styrkja okkara mótstøðuføri? Er tíðin komin at endurnýggja norðurlendsku samfelagsskipanina í einum nýggjum veruleika?
Millum høvuðsniðurstøðurnar í frágreiðingin eru:
Norðurlond eru eitt av heimsins mest kappingarføru økjum við høgari framleiðslumegi og dyggari gransking og nýskapan og við samfeløgum, ið eru merkt av sterkum sosialum samanhangsmátti og støðuføstum samfelagsstovnum.
Vøksturin hevur tó mist ferðina. Síðan ár 2000 er framleiðslan vaksin við umleið 25 prosentum í Norðurlondum, meðan hon er vaksin við 43 prosentum í USA.
Ov fáar norðurlendskar fyritøkur megna at vaksa seg upp í altjóða stødd. Norðurlond hava umleið helvtina so nógvar unicorn-fyritøkur pr. íbúgva sum USA. Miðalaldurin hjá eini av teimum 15 størstu fyritøkunum í Norðurlondum er umleið 120 ár, samanborið við 50 ár í USA og 30 ár í Kina.
Mangul á váðafúsum íløgukapitali darvar vøkstrinum í Norðurlondum. Framleiðsluvøksturin í heiminum verður í vaksandi mun drigin fram av íløgum við høgum váða í nýggja talgilda tøkni og talgildar skipanir. Men norðurlendskar fyritøkur hava atgongd til umleið níggju ferðir minni venturekapital enn amerikanskar fyritøkur, mátað í mun til bruttotjóðarúrtøkuna (BTÚ).
Ein meira ótryggur heimur kring okkum ger tørvin á mótstøðuføri størri. Norðurlendsku búskapirnir eru smáir og opnir og eru treytaðir av bæði innflutningi og útflutningi. Heili 51 prosent av BTÚ í Norðurlondum stavar frá útflutningi av vørum og tænastum.
Sí meira kunning um frágreiðingina Competitiveness in a Nordic Perspective her.
Eyðdis Hartmann Niclasen setti ráðstevnuna saman við danska vinnumálaráðharranum, Martin Lidegaard. Í setanarrøðu síni vísti hon m.a. á, at Norðurlond ráða yvir eitt av størstu havøkjunum í heiminum, og hetta er við til at skapa og forma norðurlendsku búskapirnar og strategisku støðu. Hetta maritima elementið hevur serliga týdning fyri Føroyar og grannarnar í Norðuratlantshavinum, sum ráða yvir ríkum maritimum tilfeingi, dyggar maritimar serkunnleikar og vinnur og virðismiklar royndir við at virka undir og tillaga seg krevjandi og umskiftilig umhvørvir.
Norðurlendsku samstarvsráðharranir og vinnumálaráðharrarnir undirritaðu yvirlýsing, har boðað varð frá ætlanini at stovna eina norðurlendska vakstrar samgongu. Norðurlendsku stjórnirnar, vinnulívið og aðrir viðkomandi partar skulu arbeiða saman í tøttum samstarvi um ítøkiligar verkætlanir, sum kunnu styrkja norðurlendska kappingarmegi. Sí meira kunning um yvirlýsingina her.
Eyðdis Hartmann Niclasen luttók fyri Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, sum er á vinnuferð í Grønlandi.