Norðurlendsku veðurlags- og umhvørvisráðharrarnir samtyktu í dag eina felags yvirlýsing um at styrkja altjóða samstarvið á veðurlags- og umhvørvisøkinum. Yvirlýsingin staðfestir eisini ynskið hjá Norðurlondum um at deila norðurlendskar loysnir við umheimin.
Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, luttók í morgun á talgildum fundi í Nordisk Ministerråd fyri veðurlag og umhvørvi, MR-MK.
Í yvirlýsingini binda londini seg millum annað til at deila royndir, vitan og tøkni við onnur lond, so tey kunnu seta altjóða veðurlags- og umhvørvisavtalur í verk. Yvirlýsingin leggur dent á, at avtalur skulu umsetast til ítøkilig tiltøk, og vísir millum annað á arbeiðið undir lívmargfeldissáttmálanum og veðurlagssáttmálanum hjá ST, BBNJ-avtaluna um lívmargfeldi á altjóða havøki og altjóða plasttilgongdina.
Á fundinum vóru eisini norðurlendskar raðfestingar til COP17 og COP31, arbeiðið hjá IOC við heimshøvunum og formansskapurin hjá Kongaríkinum í Arktiska ráðnum á skránni.
Yvirlýsingin er ein framhaldandi staðfesting av norðurlendska samstarvinum um at verja náttúru og hav, steðga dálking og stuðla einum sterkum altjóða samstarvi.